Almenar treytir

EndurVinna er ein pallur ið ger tað møguligt hjá seljara og keypara at seta seg í samband við hvønn annan. EndurVinna selur ikki lutir og útbjóðar bert ein tryggan pall til keypara og seljara.

Privatar upplýsingar við brúk av EndurVinna

Allir persónligar upplýsingar og dátur, sum tú leggur inn í endurvinna.fo, verða goymdar trygt og ikki brúktar til annað enn á endurvinna.fo og altíð í tráð við galdandi lóggávu.

Tá tú skrásetir teg sum brúkara á endurvinna.fo, verður tú biðin um at lata okkum ávísar persónligar upplýsingar, so sum fornavn, eftirnavn, telefon nr. og teldupostbústað. Persónligu upplýsingarnar verða einans brúktar í sambandi við tína lýsing og fyri, at aðrir brúkarar skulu kunnu seta seg í samband við teg via endurvinna.fo

Av og á senda vit tær teldupost sum bert hevur við EndurVinna at gera. Hetta kann vera smáir tíðindastubbar, upplýsingar um dagføringar v.m.

Flutningur av persónligum dátum

Persónligar upplýsingar um teg og dátur frá tær verða undir ongum umstøðum fluttar, latnar ella seldar víðari.

Afturkalling og rætturin til at fáa upplýsingar

Tú hevur ræðisrætt til upplýsingar og dátur, sum vit hava fingið frá tær gjøgnum endurvinna.fo. Tú kann til einhvørja tíð kanna tín profil á yvirlitinum. Til ber eisini at heinta niður pdf fíla av tínum upplýsingum.

Allar upplýsingar, sum tú hevur lagt í skipanina, verða strikaðar tá/um tú strikar tín brúkara.

Farspor / kennifíla

Vit brúka sonevnd farspor í sambandi við tína nýtslu á endurvinna.fo. Vit goyma t.d. títt brúkaranavn og loyniorð. Farspor verða eisini brúkt fyri at fáa til vega hagtøl fyri endurvinna.fo.

Trygd

endurvinna.fo er SSL sertificerað, hetta merkir at t.d. allar upplýsingar millum brúkarar blíva kryperaðar og kunnu soleiðis ikki koma út til 3. part.

Sí eisini okkara privatlívspolitik og farspor.